
Sat og hugdi eftir Live Timing í kaffistovuni eftir 800 metrum hjá kvinnum, tað vóru tríggir riðlar, tá ið ein útpøstir formaður hjá Havnar Svimjifelag kom brestandi inn í Svimjihøllina. Hann hevði verið á flatlondum og var júst lendir fyri stuttari tíð síðani og hevði roynt alt hvat hann kundi, fyri at klára til kappingina hjá dóttrini Vár í 800 metrum frí. Eg segði við hann "Hygg á flatskermin, hennara kapping er júst við at byrja, hon byrjar um fá sekund", so hann kláraði tað akkurát.
Tað besta av tí heila var, at Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann kappingina og slóð bæði juniormet og Føroyskt met við góðari tíð 8:54:23. Gamla metið átti Sára Ryggshamar Nysted og tað var 8:55:42, so tað var sum at hyggja eftir einum amerikanskum filmi, har pápin júst kláraði at síggja sítt barn skora eitt avgerandi mál og øll vóru glað.
Prikkurin yvir i-num var at gamli løgmaðurin Jóannes Eidesgaard, abbi Vár Erlingsdóttir Eidesgaard handaði henni heiðursmerkið av gull og gav henni eitt ordans muss.
Soleiðis er svimjing tit. Rokni við at dagurin í Klaksvík ígjár, verður seint gloymdir av Vár og hennari familju. Stórt tillukku tit.
SáH