
Kappingin í gjár gjørdist sera spennandi, Vár legði seg á odda beinanvegin og fylgdist við Ragna Sigríður Ragnarsdóttir og Brynhildur Trastadóttir teir fyrstu 200 metrarar, síðani datt Brynhildur frá og tá ið tær høvdu svomið 300 metur, so kláraði heldur ikki Ragna at fyglja við og Vár E. Eidesgaard kom inn við tíðini 4:18:91, sum var trý sekund frammanfyri nummar tvey, sum bleiv Ragna Sigríður Ragnarsdóttir frá Sunddeild Breiðabliks og hon hevði tíðina 4:21:00, nummar trý gjørdist Brynhildur Traustadóttir frá Sundfelag Akraness og hon hevði tíðin 4:22.43.
Flott svomi Vár og tillukku við gullinum.
Mynd frá Sundsamband Ísland, fleiri myndir her “ÍM 25m 2019 í Ásvallalaug”
SáH