Undirtøkan fyri leguni var góð, og badmintonleikarir úr øllum landinum luttóku á venjingarleguni. Legan var skipað í tveir aldursbólkar, har venjingin fyri yngra aldursbólkin var skipað sum dagsvenjingar, meðan eldru luttakararnir svóvu á leguni og høvdu harvið eisini kvøldarvenjingar/-virksemi.
Luttakaraaldurin fevndi frá 7 til 28 ár.
Skráin á leguni var sera fjølbroytt. Fyrst og fremst var tað badmintonvenjingin, sum myndaði dagarnir. Harumframt var stórur dentur lagdur á stuttleika, sosiala samveru og annað rørsluligt virksemi, har luttakararnir sloppu at royna seg m.a. í postarenning, róðrarbáti og svimjing.
- Hetta hevur verið ein sera væleydnað venjingarlega, sum eisini er tann fyrsta av slagnum, sum KBF hevur skipað fyri. Luttakararnir hava fingið nógv burtur úr venjingunum, sum veruliga hava tikið støðið í breiddini á luttakarafjøldini. Harumframt eru luttakararnir eisini komin hvørjum øðrum við á annan hátt, enn tey vanliga gera á leikvøllinum, siga fyrireikarnir av KBF-venjingarleguni, sum eisini vóna at venjingarlegan gerst eitt tiltak, sum verður afturvendandi á hvørjum ári.
Nógv krevst til eina venjingarlegu sum hesa, og hervið vilja vit eisini takka okkara stuðlum Norðoya Sparikassi, Kósin, MBM, Amarant, FK og KSS, sum hava stuðla okkum á ymiskan hátt, fyri allan teirra stuðul.
KBF