
Fyri sera mong er tað ein týðandi partur av jólunum at fara í kirkju jólaaftan. Men eins og í fjør er fólkakirkjan noydd at avlýsa vanligu gudstænasturnar jólaaftan og jóladag, orsakað av høgu smittutølunum. Tó verður tað hildið at vera ráðiligt at hava eina stutta jólaaftansgudstænastu uttandura. Tá spurt var um møguleikan at skipa fyri tí á plenuni, vóru kommunan og KÍ beinanvegin jalig og beinasom.
Sum útlitini eru nú, nakrar dagar undan jólum, sær veðrið eisini út til at vera jaligt. Tað verður væntandi kalt, men annars gott veður, lítið av vindi og avfalli. Um veðurvánirnar broytast munandi, verður nýggj støða tikin.
Ein uttandura gudstænasta á hávetri kann ikki vera long. Sungnir verða tveir kendir jólasálmar (mælt verður til at brúka sálmabókaappina, tí tað er skýmligt at lesa úr bók). Jólaevangeliið verður lisið, og Øssur Kjølbro, prestur, hevur eina stutta prædiku.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Ljóðviðurskiftini eru so, at tað hoyrist best í "gamla" skýlinum ella har á leið, og prestur og forsangarar standa væntandi á vøllinum.
Kanska kann ein stutt jólaløta við Djúpumýru ikki ordiliga samanberast við eina fullsetta Christianskirkju. Hinvegin vóru hirðarnir á Betlehems fløtum eisini uttandura, tá teir sum teir fyrstu hoyrdu tey stóru gleðiboðini, ið skuldu vera fyri alt fólkið.
Lagt kann verða afturat, at jóladag verður ein andakt við Hanusi á Gørðum, presti, send á facebook-vegginum og youtube-rásini hjá Christianskirkjuni. Annan jóladag er vanlig gudstænasta í Christianskirkjuni klokkan 11 við Øssur Kjølbro.
Christianskirkjan