Beint eftir at landskappingin endaði í fjør, var farið undir at umskipa ungdóms- og áhugafótbóltin í felagnum. Ein bólkur varð settur, sum skuldi hava ábyrgd av øllum fótbólti í felagnum við undantaki av besta liðinum hjá monnum og kvinnum.
Bólkurin fór til verka beinanvegin. Arbeitt hevur verið saman við umboðum frá nevndini og høvuðsvenjara felagsins við at gera uppskot til nýggjar málsetningar fyri ungdómsarbeiðið hjá felagnum, og at betra um fysisku karmarnar í felagnum.
Bólkurin hevur annars fyrireikað komandi kappingar ár og skipað fyri futsalfótbólti og fysiskari venjing fyri leikarar frá U14 og uppeftir í vetur.
Avgjørt er at gerast partur av heilsufótbóltinum hjá FSF.
Í bólkinum sita Petur í Gong høvuðsungdómsvenjari og dagligur leiðari, Jóan Pauli Jacobsen deildarvenjari, Niels Pauli Danielsen deildarvenjari, Allan Joensen deildarvenjari, Heri Ósá málmansvenjari, Hans Jacob Heinesen samskipari og Petur Martin Hansen nevndarlimur.
Vinaliga
Petur Martin Hansen, nevndarlimur við ábyrgd fyri ungdóms- og áhugafótbólti
Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag
SáH