Føroysku U19 flogbóltslandsliðini fara í morgun til Kuortane í Finnlandi at dystast í Nevza-kappingini. Talan er um árligu kappingina fyri Norðurlond og Ongland.
Krútsterk mótstøða
Eins og í U17 kappingini, ið júst hevur verið, koma føroysku liðini upp ímóti ógvuliga sterkari mótstøðu. Genturnar eru í bólki við Finnlandi, Onglandi og Danmark. Dreingirnir eru í bólki við Noregi og Svøríki. Bara nr. 1 og 2 spæla seg víðari til hálvfinalurnar. So lætt verður tað ikki. Hini liðini savnast í nýggjum bólki at dystast um 5. – 7. plássið.
FM 1 sendir beinleiðis
Fyrstu dystirnir eru á skránni fríggjadagin. Tá spæla dreingirnir báðar dystirnar í bólkaspælinum. Fyrst ímóti Svøríki kl. 12.00 og so ímóti Noregi kl. 16.00
Genturnar spæla ímóti Danmark kl. 10.00 og Finnlandi kl. 14.00
Flestu dystirnir verða sendir beinleiðis á FM1
Janna Falkvard, Hanna Iansdóttir Biskopstø, Barbara Káradóttir Durhuus, Elsa Samuelsen, Sára Maria Johansen, Sesilia Johnsdóttir Prior, Bjørk Nolsøe Isaksen, Eva Gunn Niclasen, Jakobina Joensen, Zoe Dickson, Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Vár Rajani Færø,
U19 dreingir
Julian Vest Niclasen, Jónfinnur Jógvansson Hansen, Ragnar Weihe, Hákun Heinason Weihe, Mattias Nolsøe Isaksen, Jón Weihe Simonsen, Dávið Hentze, Hjørtur Joensen, Ari í Haraldsstovu Petersen, Jógvan Gøthe Magnusson, Bjarni Joensen, Tórur Gunnarson Højsted