Tað hevur gingist teimum sera væl í fyrstu kappingini, sum var í Barcelona, har teir spældu seg í finaluna, sum teir vunnu. KÍ vann allar dystirnar fram til finaluna. Í finaluni kom einki mál í vanligari leiktíð og tí skuldi brotssparkskapping til. Har vann KÍ 4-1. Besti leikari í kappingini bleiv valdur og fall falið á Gulak Jacobsen úr KÍ. Bestu málverjar vóru eisini úr KÍ. Teir vóru Fríðálvur Klakk og Jóhann Hentze. Ferðalagið taldi 52 fólk, tá vit taka foreldur, familju o.o. við.
Hópurin telur 20 leikarar og so eru tríggir venjarar. Venjarar eru Agnar Frederiksen, Elmar í Gong og Petur í Gong.
Úrslitini í bólkaspælinum vóru hesi:
KÍ - Storm Utd (USA): 3-1
Børge Petersen skoraði tvey mál, meðan Gulak Jacobsen fekk eitt mál.
KÍ - Augnablikk (ÍSL): 2-0
Meinhard F. Janusarson og Óli Eyðsteinsson Poulsen skoraðu hvør sítt mál.
KÍ - FC Peka (FIN): 7-1
Gulak Jacobsen skoraði 3 mál, Meinhard F. Janusarson 2 mál og Natanael A. Matras og Brandur A. Matras skoraðu hvør sítt.
KÍ - Breiðablik 2 (ÍSL): 4-1
Gulak Jacobsen 2 mál og Olaf K. Hansen og Børge Petersen skoraðu hvør sítt mál.
KÍ - ÍR Reykjavík (ÍSL): 2-1 (Hálvfinala)
Meinhard F. Janusarson og Gulak Jacobsen skoraðu hvør sítt mál.
Kelda: www.ki.fo
SáH