TB, SÍ og Fleyr skulu reisa seg Fyrsta umfar vísti á tríggjar greiðar vinnarar og tríggjar líka so greiðar taparar. Tveir av hesum taparum hittast á Hálsi í Havn leygardagin kl. 12.00. SÍ skal vaska greiða tapið fyri KÍF av sær, og í Fleyr er støðan tann sama. Fyrsti dysturin ímóti Drátti gav als einki. Annað av hesum liðunum fer av vølli leygardagin við uppreisn – hitt við eini byrjandi kreppu.
TB byrjar kappingarárið við tveimum truplum útidystum. Fyrst ímóti Mjølni og nú ímóti KÍF, sum tykist sera sterkt í ár. KÍF má metast at vera greiður favorittur til henda dystin, og TB má finna annað lag fram, skulu tær fáa nakað við sær suður aftur.
Ábendingar um FM Stóri dysturin hetta leikumfarið er í Klaksvík sunnudagin kl. 17.00. Tá fara vit av álvara at síggja fyrstu ábendingar um, hvussu landskappingin kann vara at síggja út. Bæði Mjølnir og kanska serliga Dráttur vístu í fyrsta leikumfarinum, at tær eru nógv sterkari enn í fjør. Gullið er avgjørt ein møguleiki hjá báðum liðunum. Nakað sum Mjølnir hevur bíðað eftir líka síðan í 2014, tá ið tær vunnu FM fjórða árið á rað. Dysturin er tí meira enn bara ein dystur. Hann er eisini ein sálarlig styrkiroynd og gevur vinnaranum fyrimun víðari í landskappingini.
Undan hesum leikumfarinum hava KÍF, Dráttur og Mjølnir 3 stig og Fleyr, SÍ og TB einki stig.
• FM 1 sigur frá dystinum Fleyr – SÍ kl. 12.00
Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá kvinnum:
Kann SÍ steðga Mjølni? SÍ vann sannførandi á Fleyr mitt í vikuni, og nú fáa teir so møguleikan ímóti Mjølni á Heimavølli. SÍ er altíð ein trupul uppgáva og serstakliga á heimavøllinum í Sørvági. Mjølnir hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, og einki bendir á, at teir ætla sær at taka fótin av speedaranum í ár. Tvørtur ímóti sær liðið út til at vera enn sterkari um nakað. Men besta boðið til avbjóðara er SÍ – serliga í Sørvági.
• FM 1 sigur frá dystinum Fleyr – ÍF kl. 16.00.
Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá monnum: