Byrjað verður kl. 19 í Skálanum og heitt verður á fólk, um at møta stundisliga, soleiðis at fari kann vera til borðs beinanvegin.
Góður matur verður til matna við trimum rættum eins og morgunmatur verður seinni út á náttina, eftir at dansurin er byrjaður.
Vóanandi verður veitlsan væleydnað, har allir veitslugestirnir gera stítt til, at øll fáa eina góða veitslu.
Prísir:
298,00 kr. pr. kuvert.
Tilmelding:
Fer fram við at ringja til Ægir á tlf. 273200 (Símun á Høvdanum) frá kl. 05.00 - 19.00 ella teldupost: [email protected]
Tilmeldingin skal vera Ægir í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 21. mars kl. 19.00
Til veitsluna er 3 rættir og morgunmatur, dansur, undirhald v.m. Av drykkuvørum er íroknað vín, sodavatn ella øl afturvið matinum, men møguleiki verður at fáa meira av hesum á veitsluni og vit taka eisini ímóti kortum sum gjaldsoyra. Tað verður ikki loyvt at hava drykkivørur við sjálvi.
Klæði:
Sum tað liggur í navninum á veitlsuni, vilja vit heita á tykkum, um at vera væl klødd, soleiðis at tað sær út til, at hetta verður ein rimmar veitlsa.
Vinarliga heilsan
Vegna nevndina
Símun á Høvdanum, formaður