Tá ið Norðya Portalurin var og vitjaði í KÍ høllini, spældi Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø og sjálvir borgmeistarin í Klaksvík Jógvan Skorheim dyst, men liðið har Vesturi vann tann dystin og tað eydnaðist eisini teimum at vinna kappingina í 1. deild menn.
Hetta skrivar Jørgen Niclasen á sínum Facebook vanga:
Mjølnirkapping 1. Deild menn. Finalan í dag var millum SÍa og Síb. Tað eydnaðist okkum eldru at knógva teimum ungu. Settúrslit: 25-20, 20-25 og avgerandi 15-10. So gull til SÍ, silvur til SÍ og bronsa til Mjølnir.
Tillukku tit, munnu Jógvan Skorheim og Co. ikki koma sterkt aftur.
SáH