Tað er sjálvandi ikki møguligt at hava eina vanliga talvkapping, men Talvsamband Føroya hevur avgjørt, at ein roynd verður gjørd, við at hava eina talvkapping á netinum.
Kappingin verður partur av Grand Prix kappingunum, sum hava verið gjøgnum veturin. Men øll kunnu luttaka í kappingini, eisini um mann ikki hevur verið við til kapping fyrr.
Kappingin verður leygardagin kl. 18.00. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Meira kann lesast um kappingina her: https://faroechess.com/?p=5035
Talvsamband Føroya