
Um kynsligan ágang- fyribyrging og fyriskipan
Nakað av tí koma inn á er:
- Hvat er kynsligur ágangur og hvørjar avleiðingar hevur tað fyri barnið
- Hvørji tekin um kynsligan ágang kunnu vísa seg
- Hvar hendir kynsligur ágangur
- Hvat kunnu vit gera fyri at fyribyrgja
- Hvat gera vit tá/um tað hendir
Tað eru umboð fyri KRIS sum halda fyrilestur. Tiltakið er ætlað foreldrum og annars øllum sum hava nakað við børn at gera. Einki aldursmark.
Tiltakið byrjar kl. 19.00 og øll eru vælkomin