Mjølnir-SÍ 3-0 (25-20, 25-23, 25-22)
Mjølnir og SÍ hjá monnunum spældu bestu hálvfinaluna á degnum. Frammanfyri nógvum og lívligum áskoðarum vístu liðini bæði kraft og vilja. Tað var heilt týðiligt, at tey vildu í hasa steypafinaluna.
SÍ beit frá sær
Mjølnir var favoritturin. Og tað livdi liðið fult upp til í fyrsta settinum, har SÍ hevði leiklutin at minka um munin, men ongantíð kom so nær, at teir hóttu Mjølnir av álvara. Tað sá einki út hjá SÍ, men ungu sørvingarnir vildu ikki leggja seg, og í øðrum setti var lagið heilt eitt annað. SÍ beit rættiliga frá sær og spældi fult upp til Mjølnir, sum ikki rættiliga visti, júst hvussu teir skuldu loysa uppgávuna. Teir sluppu líkasum ikki av við SÍ, sum eisini var frammanfyri til tíðir.
Besta løtan allan leygardagin var endin á 2. setti, tá ið SÍ otaði seg heilt upp at Mjølni, og tað kundi fara báðar vegir. Men Mjølnir er ikki verandi meistaralið av ongum, og settbóltin bankaðu teir í gólvið og tóku harvið eisini týdningarmiklu leiðsluna 2-0.
Røttu finaluliðini
3. settið gekk eftir vild hjá Mjølni, hóast tað kom nakað av einum endaspurti frá SÍ, sum eins og í 2. setti ikki legði seg niður, men spældi fyri møguleikanum. Slagstyrkin hjá Mølni var tó ov sterk og fjølbroytt.
Steypafinalan stendur eins og síðst ímillum Mjølnir og ÍF, sum eru sterkastu liðini í Føroyum júst nú. Fyri eini viku síðan hittust júst Mjølnir og ÍF, og tá lá ÍF akkurát omaná í sera spennandi 5-settara. Vit satsa uppá, at tað aftur verður ein 5-settari um 14 dagar, tá ið steypafinalan verður leikt í høllini á Hálsi. So mugu Mjølnir og ÍF bara gera av, hvør liggur omaná.
Flogbóltsamband Føroya