Tríggir svimjarar úr Havnar Svimjifelag megnaðu at svimja meira enn 700 Fina stig (altjóða standariserað styrkimát innan svimjing) Teir vóru Óli Mortensen, Marius Gardshorn og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.
Róland Toftum megnaði at seta nýtt føroyskt juniormet, tá ið hann í 200 metra bringusvimjing svam teinin uppá 2:20.10. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.
Fyri Ægir gekk eisini gott. Teir flestu av okkara svimjarnum forbetraði seg sera nógv og nú byrjað eisini okkara garvaðu svimjarar at forbetra seg. Signhild Joensen var skødd og ongar stafettir vóru í svimjikappingini í Tórshavn og tað spælir eisini inn uppá heiðursmerkjabýtini.
Krista Mørkøre og Sólva A. Siðursson vunnu bronsunál við stjørnu og tað er nakað heilt serligt fyri svimjarnar.
SáH