her er kappingarskrá til JFK-Open, sum verður í Klaksvík leygardagin og sunnudagin komandi vikuskifti.
Kappingin komandi vikuskiftið er størsta badminton kapping í Føroyum nakrantíð :-) 201 badmintonspælarar frá 6 badmintonfeløgum í landinum, har ímillum teir bestu í landinum koma til Klaksvíkar at spæla badminton. Klaksvíkar Badmintonfelag saman við BSF skipar fyri 3. Prand Prix kapping handan veturin. Tað verða leiktir 350 dystir, har teir flestu verða leygardagin, har børn og ung fara at kappast. Leygardagin verða báðar hallirnar brúktar, og eru vit í Klaksvík væl fyri, sum tey einastu í landinum við 10 bánum á sama stað.
Byrja verður kl 0900 leygardagin, og møta tey fyrstu børnini kl 0830. Tað eru U11 D og U11 C sum byrja kl 0900, so koma hini út á dagin, og endar kappingin leygarkvøldi uml kl 2000.
Sunnudagin eru tað so tey vaksnu, sum koma at kappast. Tey byrja at spæla kl 13:00. Tey eru deild upp í A, B og C bólk. Í bólki A eru teir bestu leikarnir í landinum, har KBF eigur nummar eitt, tað er tann bert 16 ára gamli Rani í Bø. Nummer 2 er eisini ein frá Klaksvíkar Badmintonfelag, tað er Rainer Latuperissa. So spennandi verður hvussu verður sunnudagin, tá teir hava spælt.
Støðan er hendur undan Prand Prix 3 har JFK er stuðul, og tí eitur kappingin JFK-Open
1. KBF Rani í Bø 70 stig
2. KBF Rainar Latuparisia 60 stig
3. HBF Magnus Gaard 50 stig
3. HBF Rógvi Poulsen 50 stig
Øll eru vælkomin í hallirnar at síggja badmintonleikarnar spæla, tað kostar einki og kaffe er eisini ókeypis :-)
Kappingarskrá til JFK-Open 2015 er her á pdf fíli, klikk link herundir:
jfk_open_2015_klaksvík__gp3_saeson_2015-16___2_.pdf |