Eftir leikta leiktíð endaði dysturin 33-33 og tískil skuldi bæði liðini í longda spælitíð og hann endaði eisini javnur 36-36 og tískil skuldi brotskastkapping til fyri at finna vinnaran og har leikaði sera hart á, sjá málskorarnar herundir.
Tað stóð sera nógv á áskoðarnum, tá ið stigtalvan vísti 40-40. Katrin Bertholdsen brendi brotssparkskasti fyri Stjørnuna og so kundi Anja Heinadóttir Hammer avgera dystin fyri Kyndil, men tíbetur brendi hon eisini.
Tóra Eliasan skoraði seinasta málið fyri Stjørnuna 42-41 og tá ið ein Kyndlakvinna brendi, so var frøin sera stór og endiliga fingu vit heiðurstekin í hondbólti í besti deildini við heim til Klaksvíkar.
Her dómaraseðilin av sera spennandi bronsu dystinum, klikk her “Kyndil-Stjørnan 41-42”
Stórt tillukku.
SáH