KÍ spældi ein góðan dyst ímóti Víkingi í Sarpugerði í dag og skuldi vunnið 4-1, men bólturin vildi bara inn enn tað einu ferðina og tískil endaði dysturin 1-1.
Tað var Liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen sum legði KÍ á odda, eftir at Páll Klettskarð skallaði bóltin fyri føturnar á honum og leingi leikaði hart á frammafyri málinum hjá Víkingi, men bólturin vildi bara ikki inn og tá ið dysturin nærum var liðugur javnaði Víkingur til endaliga støðuna 1-1.
Órættvíst úrlslit, men soleiðis er tað einaferð í fótbólti, vit eru Føroyameistara og tað er tað sum geldur, tá ið kappingin er liðug
KÍ og allir KÍ fjepparnir vóru farnir eftir steypinum og nú kunnu vit kallað okkum Føroyameistarar í eitt heilt ár.
Steypið er komi heim og rómurin tóktist ongan enda at taka, har lastbilar við KÍ leikarnum koyrdi runt allan býin og fýrverk bleiv skotið til tað heilt stóru gull medaljuna.
Stórt tillukku KÍ, hatta høvdu tit sanniliga uppiborið.
Eisini vil eg ynskja KÍ kvinnunum stórt tillukku við Føroyameistaraskapinum.
SáH