Toppdystir longu í 1. umfari
Bæði hjá kvinnunum og monnunum eru tveir bólkar. Bólkingin er grundað á úrslitini frá seinastu steypakapping, og tað passar seg so, at nr. 1 og 2 hjá bæði kvinnunum og monnunum beint nú í landskappingni eru endað í sama bólki. Fyrsta umfar kann tí gerast avgerandi fyri, hvat lið endar nr. 1 í sínum bólki og tí skal møta nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinaluni. Tað er ein fyrimunur.
Mesti spenningurin er í Klaksvík
Badmintonhøllin í Klaksvík leggur gólv til helst mest avgerandi dystirnar steypakappingini hetta vikuskiftið. Mjølnir eigur oddaliðið hjá bæði kvinnum og monnum í landskappingini, og bæði liðini eru á heimavølli.
• Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir – SÍ A Badmintonhøllin í Klaksvík
• Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík
Hjá kvinnunum hevur Mjølnir vunnið á Drátti tvær ferðir í landskappingini, men munurin er lítil. Mjølnir tapti sín fyrsta dyst í ár, tá ið SÍ í seinasta leikumfari vant burturúr teimum og vann greitt 3-1. Verður tað nú Dráttur, ið dregur longra stráið?
Hjá monnunum er Mjølnir í serflokki í landskappingini, men júst SÍ gav teimum sterka mótstøðu seinast, og í steypadystum kann jú alt henda. Her er alt at spæla fyri!
Steypakappingin er skipað soleiðis, og dystirnir í 1. umfari eru hesir:
Meistaradeild kvinnur
Bólkur 1
KÍF
SÍ
TB
Bólkur 2
Mjølnir
Dráttur
Fleyr
Bólkur 1:
Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík
Bólkur 2:
Sunnudagin 12. januar kl. 15.00 KÍF – TB Ítróttahøllin í Kollafirði
Meistaradeild menn
Bólkur 1
Mjølnir
SÍ A
Fleyr B
SÍ B
Bólkur 2
ÍF A
Fleyr A
TB
ÍF B
Bólkur 1
Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir – SÍ A Badmintonhøllin í Klaksvík Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Fleyr B – SÍ B Høllin á Hálsi
Bólkur 2
Leygardagin 11. januar kl. 14.00 TB – Fleyr A Ítróttahøllin í Trongisvági Sunnudagin 12. januar kl. 15.00 ÍF A – ÍF B Ítróttahøllin á Kambsdali
Flogbóltssamband Føroya
SáH
Her myndir frá seinasta dysti, Mjølnir og SÍ leikti.