Sofía bleiv vald av spælarnum, har spælarnir í kappingini hava stemma, hvør er best á ymsu plássinum ígjøgnum kappingarárið og tað sigur nakað um hennara styrkju, at hon bleiv vald sum besti spælarin í kappingini. Umframt at vera ársins spælari, so gjørdist Sofía eisini ársins kantspælari.
Sofía Purkhús spælir í løtuni við Amager VK í bestu deildini í Danmark, men áðrenn hon fór til Danmarkar í skúla, spældi hon við Mjølnir og har var hon eisini tann berandi á liðnum og saknur er í Sofíu, tí Mjølnir hevur ikki klára seg so væl, síðani Mjølnir hevur mist fleiri av bestu spælarnum, sum eru farnir til Danmarkar í skúla.
Norðoya Portalurin og ein stoltir granni, ynskir Sofíu hjartaliga tillukku við heiðrinum, sum ársins spælari og kantspælari og vóna vit at tú kemur uppaftur til Klaksvíkar.
Her síggja tit stigini, klikk her: "Årets hold damer 2016"
SáH