Næsta sett av riðlum er farið afturum á Danish Open 2016, og vóru tað aftur nógvir føroyingar sum svumu seg í finalur.
Í 50 metra frísvimjing svam Magnus Jákupsson úr Farum 23.35 , sum rakk til eitt 4. pláss og A-finalu millum teir 57 luttakandi. Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til eina B-finalu við 24.53, og Eyðbjørn Joensen eisini úr SuSvim til C-finalu við 24.66.
Í 400 blandað svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg til A-finalu, við við 5:04.41 og 4. bestu tíð av teimum 25 luttakandi.
Í 200 firvald svam Niels Nattestad úr Havnar Svimjifelag seg til eitt 25. pláss av 32, við 2:21.87.
Í 100 bringu svam Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag seg til eina C-finalu við 1:16.57 og 17. pláss av 40 luttakandi, meðan Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam seg til 1:19.35 og eitt 30. pláss.
Í 200 blandað svam Frans Johannesen úr Esbjerg 2:06.79 og skjótast av teimum 38 luttakandi, og er tí í A-finaluni saman við Alva Hjelm úr Ægir sum svam 2:09.16 og 5. bestu tíð.
Í 50 firvald svam Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag seg í B-finalu, við 28.33 og 9. bestu tíð av 40 luttakandi. Hon eigur føroyska metið á 28.29, frá somu stevnu í 2014. Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam 29.55 og 30. bestu tíð.
Og nú seinnapartin skulu teir báðir Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag eisini royna seg, í skjótasta riðli í 800 frí. Óli hevur skjótastu tilmeldingartíð 8:15.60, meðan Marius hevur 7. skjótastu á 8:30.21.
Síggja live her: Her kan du følge Danish Open live.
Kelda: www.svimjing.com
SáH