Onkur svimjarar komu norður við Smyril sunnumorgunin kl. 05:00, men onkrir svimjarar eru enn eftir í suðri, tí kapping var eisini sunnudag og hesir sleppa ikki heim aftur fyrrenn einaferð seint í kvøld, tí smyril siglir ikki í løtuni. Hetta skrivar Strandfaraskip Landsins á teirra heimasíðu:
Fyri veður broytur Smyril ferðaætlan tann 02-03-2020: Smyril siglir soleiðirs: Tvøroyri – Tórshavn: 18:45 Tórshavn – Tvøroyri: 21:15 Allir aðrir túrar hendan dagin vera ikki sigldir, Galdandi 02-03-2020.
Kanska hevði tað verið betur at svimjikappingin var avlýst, tá ið veðurstovurnar lovaði storm og ódn seinasta vikuskiftið og Smyril hevði longu sent avlýsingar út.
Sjálvandi visti ongin av, at tað fór at blíva so vánaligt, men hetta er okkara ungdómur og tað kann fáa sálarligar fylgir fyri onkrar svimjarar og sjálvandi hava onkrir av svimjarnum verið sera bangnir, tá ið harðast hevur leika á og tá er altíð best at vera saman við sínari familju.
Hvussu gekk við okkara svimjarnum veit eg ikki, men rokni eg við at hetta hevur verið ein sera minniligur túrur sum tey seint fara at gloyma.
News.fo og Norðoya Portalurin ynskir Ægir eina góða heimreisu.
SáH