
Norðoya Portalurin var í svimjihøllini í gjár og tóku nakrar myndir av teimum áðrenn tey fóru avstað.
Hetta er ein stór altjóða svimjikapping í Milano og vóru tey øll sera spent at fara avstað.
Vit ynskja teimum ein góðan túr og vónandi fáa vit onkur persónlig met frá teimum.
Hetta skrivar svimjing.com í gjárskvøldið um teirra túr:
Signhild og Rókur til 8° Trofeo Città di Milano
Í morgin fara Signhild Joensen og Rókur Trygvason úr Ægir til Italia at kappast, saman við venjara teirra, Juan Jaime Arroyo-Toledo. Hetta á altjóða stevnuni Trofeo Città di Milano, í Milano. Kappast verður nú fríggjadag til sunnudag 9. til 11. mars, sí nuotatorimilanesi.it og trofeocittadimilano.it
SáH