Hon hølvaði allar hinar kvinnurnar av og var heili 11 sekund frammanfyri nummar tvey tá ið hon kom á mál. Signhild Joensen kom inn við tíðini 2:19.55, nummar tvey gjørdist íslendska kvinnan Stefania Sigurthorsdottir við tíðin 2:28.04 og nummar trý gjørdist Thorgerdur Osk Jonsdottir eisini frá Íslandi.
Hetta var ikki besta tíðin hjá Signhild, men hon fór yvir 700 FINA stig og tað er gott.
Vit ynskja Signhild og Ægir tillukku.
SáH
Mynd Sundsamband Ísland