Í gjár vann hon eitt flott bronsu heiðursmerkið til Føroyar í 200 metur frísvimjing og setti persónligt met við tíðini 2:03.7, bert 0,09 sekund frá silvurmedaljuni og so var hon eisini við at vinna bronsu í 4x50 metur blanda.
Í morgun svam hon 100 metur rygg og kom inn við besti tíð, 1:02.55, sum eisini er nýtt Oyggjaleikamet. Gamla metið átti Birita Debes og tað var 1:02.80, men hetta er ikki besta tíðin hjá Signhild, hon hevur nevnliga føroyska metið og tað er 1:01.33, sum hon setti í Klaksvík tann 12. mai í ár, so spennandi verður at síggja í finaluni í kvøld, um hon megnar at svimja eina enn betur tíð. Koyrá Signhild.