![Billede](/uploads/3/6/6/4/3664226/2077996.jpg?426)
SÍ tryggjaði sær í dag FM-heitið í flogbólti við ein 3-0 sigri á Fleyr leygardagin.
Einans í triðja setti fekk SÍ veruliga mótstøðu, men megnaði við bit og slit at vinna 27-25 og harvið tryggja sær føroyameistaraheitið eftir at hava vunnið fyrru finaluna 3-1 skírisdag.
SÍ tapti bert ein landskappingardyst dyst alt kappingarárið.
Norðoya Portalurin ynskir SÍ tillukku við Føroyameistaraskapinum.
Kelda: www.fbf.fo
SáH