Drúgvar royndir verða lagdar aftrat verjupartin hjá KÍ við serbiska Ahmed Mujdragic. Talan er um sterkan miðverja við góðum tekniskum førleikum.
Mujdragic byrjaði sína yrkisleið í barndómsfelagnum Novi Pazar í 2006, sum 20 ára gamal. Novi Pazar leikti tá í næstbestu Serbisku deildini. Síðani 2009 hevur Mujdragic leikt í áðurnevndu bestu deildum og leggjast kann afturat, at 187 cm høgi Mujdragic hevur verið millum teir fyrstu ellivu í øllum feløgunum.
Ahmed Mujdragic kemur til Føroya fyrst í januar til uppstartin hjá KÍ. Konan og barnið koma við og hann gleðir seg nógv til at royna eydnuna í KÍ.
Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag
SáH