KÍ legði sera hart út og longu í 3 minutti legði stjørnuskotið hjá KÍ Jóannes Bjartalíð KÍ á odda, við einum sera vøkrum málið.
KÍ helt á við at trýsta og tá ið hálvur tími var leiktir, legði KÍ øgiligt press á málið hjá Víkingi, har ein bóltir endaði á yvirleggjarnum, ein bleiv bjargaður á strikuni og dómarin dømdi horna eftir horna til KÍ og í fjórða atsóknini, nevnliga í 34 minutti stútaði Páll Klettskarð bóltin í málið og stóra áskoðarafjøldin hjá KÍ fór næstan til himmals. KÍ á odda 2-0 og skuldi kanska verið á odda 4-0 tað tíðspunktið.
KÍ spældi sera væl og einasta man sá til Víkingarnar vóru brølini hjá Atla Gregersen, har hann ýldi á sínar viðleikarar, men lítið hjálpi. KÍ hevði knekka Víkingarnar og úrslitið helt sær. KÍ vann uppiborið 2-0, í einum sera hart leiktum dysti.
Stórt tillukku KÍ, vit gleða okkum longu til mikukvøldið.
SáH