Alvi Hjelm kláraði eisini kravtíðina til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, men hann hevur valt aðrar avbjóðingar ístaðin. Hann ferð at luttaka í EM á stuttgeil í Ísrael.
Samanumtikið fyri Ægir, so má hetta vera eitt av størsta tali av svimjarum vit hava fingið við til NM/NJM nakrantíð.
Hetta skrivar SSF á teirra heimasíðu:
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 17 svimjarar til ársins Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu í svimjing, sum verður í Bergen í Noregi hin 11. til 13. desember 2015.
NJM 2015
Gentur
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
Barbara Debes (2000), Ægir
Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
Maria Bjarnastein Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen (2000), Ægir
Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Dreingir
Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Rókur Trygvason (2000), Ægir
Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
NM 2015
Kvinnur
Beinta Debes (1997), Havnar Svimjifelag
Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag
Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir
Menn
Eyðbjørn Joensen (1996), Suðuroyar Svimjifelag
Fylgjandi svimjarar hava eisini klárað kravtíð til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, men hava valt aðrar avbjóðingar ístaðin:
Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
Alvi Hjelm (1996), Ægir
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
Astrið, Alvi og Pál fara til EM á stuttgeil í Ísrael, meðan Óli ætlar sær á altjóða langgeilastevnu.
Ferðaleiðarar til NM/NJM verða Katrin Sørensen og Sørin S. Djurhuus.
Venjarar verða Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðsvenjari hjá Ægir, umframt ein seinni kunngjørdur venjari.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Kelda: www.svimjing.com
SáH