Roland í Toftum hevði trekt seg frá kappingini, fyri at spara seg til 100 metur bringu, sum skuldi svimjast beint aftaná hesa hørðu kappingina.
Hon gjørdist eisini sera tøtt, tá ið teir høvdu svomið 50 metur var bert 0.13 sekund ímillum teir, har Rókur kom inn fyrst og tað tendraði hann og hann setti spurtin inn og tað var klókt gjørt, tí hann kom fyrst á mál og gjørdist Føroyameistari í 100 metur blandað 2019.
Tíðin var 58.66 og tað var eisini persónligt met, gamla tíðin var 59.18, nummar tvey gjørdist Óli Mortensen við tíðini 58.78 og nummar trý gjørdist Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, sum hevði tíðina 59.77.
Stórt tillukku Rókur, super flott svomi.
SáH