Viðmerkjarnir í KVF væntandi, at hetta fór at vera ein sera spennandi kapping og við Róki sum einum lítlum favorittur, men tað gjørdist tað ongantíð. Rókur legði seg á odda frá byrjan av og tað endaði við at hann hølvaði allar hinar av.
Rókur Trygvason kom inn við tíðini 51.46, bert 0.09 sekund frá sínari bestu tíð, nummar tvey gjørdist Óli Mortensen við tíðini 53.25 og nummar trý gjørdist Bartal E. Eidesgaard við tíðini 54.36, báðir úr Havnar Svimjifelag.
Stórt tillukku Rókur.
SáH