Eyðrið Mortensen legði seg á odda og tá ið 50 metrar vóru svomnir, var hon næstan eitt sekund frammanfyri Rebekku, Eyðrið hevði 36.73 sekund og Rebekka 35.98, Rebekka royndi at svima taktist teir 50 fyrstu metrar, men virkaði als ikki og so slepti hon øllum og fór “all inn” og rætt gjørdu hon, hann vant úr hinum svimjarnum og teir seinastu 25 metranar setti hon spurtin inn og kom á mál næstan tvey sekund frammanfyri Eyðrið.
Sera flott svomi av Rekku, tá ið tonkt verður uppá at hon júst hevði svomi 400 m frí og fekk eitt flott bronsumerki og í 200 metur firvald, har hon fekk silvur og so var tað líka til høgrabeina at taka gull í 100 metur bringu. Tíðin hjá Rebekku var 1:15:36, Eyðrið Mortensen hevði tíðina 1:17.14 og á einum flottum triðja plássið kom Sólvá A. Sigurðsson, hon hevði tíðina 1:17.36.
Stórt tillukku Rebekka og Sólvá.
SáH