Hetta hendir í sambandi við, at Jana Jacobsen 1. september fer í annað starv.
Poulina er úr Klaksvík. Síni ungdómsár leikti Poulina flogbólt við Mjølni og síðani við besta kvinnuliðnum, har hon gavst í 2012.
Tað verða so frameftir Ian Dam, stjóri, og Poulina, sum fara at hava dagliga virksemið hjá FBF um hendi.
Fyrstu stóru uppgávurnar verða at leggja allar lands- og steypakappingarnar til rættis, fáa gongd á flogbóltsskúlan aftur eftir summarsteðgin og at skipa NEVZA kappingarnar fyri U17 og U19 í oktober.
Flogbóltssamband Føroya