Formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum, helt eina lítla røðu og takkaði Petur Heðin fyri gott samstarv og fyri hansara leiklut, at gera Ægir til eitt av fremstu svimjifeløgunum í landinum og handaði Petur Heðin eina gávu frá felagnum.
Alvi Hjelm takkaði eisini Petur Heðin fyri tíðina og fekk hann eisini eina gávu frá svimjarnum.
Til síðst tók Victoria Wigant Eysturdal orðið og ikki sørt, at hon var eitt sindur rørd og segði hon, at hon fór at leggja svimjidraktina á hyllina fyri eina tíð, tí hon fingið nýggjar avbjóðingar, men lovaði hon, at hon skuldi hjálpa Ægir, um Ægir høvdu brúk fyri henni og tað hava vit sjálvandi segði formaðurin.
Allir svimjarnir vildu hava mynd av sær og Petur Heðin. Niðanfyri síggja tit myndirnar frá lítlari samkomuni í Svimjihøllini hósdagin.