
Páll Klettskarð er sjálv ímyndin av KÍ, og hann er leikarin við flest dystum fyri KÍ í hópinum.
Honum manglar heilt fá mál til at taka metið hjá Kurt Mørkøre, sum mest skorandi KÍ leikarin nakrantíð. Við einum tvey ára sáttmála er mest sannlíkt, at Páll tekur metið.
Vit eru glað fyri, at Páll vil vera verandi í KÍ, tí tað er sera umráðandi við slíkum lokalum flaggberarum í hópinum, sum kunnu føra KÍ mentanina víðari til ungar leikarar og teir leikarar, sum koma uttanífrá.
Vit gleða okkum til fleiri góðar løtur, har "Klettskarð" verður rópt úr hátalaranum við Djúpumýru.
Klaksvíkar Ítróttarfelag