Í gjár endaði so mín onnur roynd at uppnáa mítt Olympiska mál. Synd at siga eydnaðist tað ei heldur hesa ferð. Nógv spyrja hvat gekk galið? Hví miseydnaðist tað so? Tað havi eg enn ikki funnið svar uppá og tað komi eg ei heldur til.
Eg havi lagt alla mína orku í hetta projektið og sera langa tíð. Mín kroppur hevur verið pressaður til markið viðvíkjandi skaðum og yvirvenjing í fýra ár. Eg havi eisini arbeitt sera miðvíst við mentalari fyrireiking, fyri at klára at halda fokus og útvega mítt potentiali heilt til fulnar.
Eg havi einki svar uppá, hví alt ikki kundi kulminera í skjóta og vælútførda svimjing.
Soleiðis er ítróttur bara onkuntíð. Tað er millum annað tað sum ger svimjing og annan ítrótt so vakran.
Svimjingin hevur givið mær nógvar stórar løtur, sum eg ongantíð fari at gloyma. Men svimjing hevur givið so nógv meir enn tað afturat. Eg njóti at liggja í vatninum, eg elski at svimja langar teinar, uttan pausu, bara eg og vatni. Eg útfordri mín kropp og mítt sinn hvønn dag í hylinum við at royna at svimja eitt lítið sindur flottari ella at pressa meg eitt lítið sindur meir.
Eg elski ikki bara at svimja; eg elski svimjing! Men svimjing, sum nógvir aðrir ítróttir, er náðisleys; hon elskar teg ikki aftur. Svimjing hevur givið mær góðar stundir, men eg fari aldrin at fáa kærleika frá svimjing. Men tað geri eg frá konu, familju og vinum!
Bæði áðrenn og aftaná eg svam í gjár havi eg følt ómetaligan kærleika frá fólkið, ið halda av mær og tí eg geri. Eg veit ikki hvussu eg kann takka fyri allar tær heilsur og tey boð eg havi fingið frá fólki, ið hava ynskt mær góða eydnu og sum eisini hava víst samkenslu, eftir at tað ikki gekk eftir ætlan.
Men størsta takk fær kona mín Malan Vitalis Joensen, ið følir so nógv við mær, tá ið eg svimji, at hon ikki kláraði at síggja seinastu 400 metrarnir í gjár fyri tárum í eygunum. Nú treingja okur til eina langa, væluppiborna feriu.