Hátíðarhaldið byrjar nú kl. 10, tá John Henrik Holm og Dennis Holm frá Grunninum Páls Høll bjóða vælkomin og greiða frá hvussu Páls Høll er vorðin veruleiki. Jón Bjarnason frá Grunninum Páls Høll og venjari hjá Susvim fer síðani at røða um hvønn týdning ein 50 m. svimjihylur fær fyri føroyska svimjing.
Á skránni er eisini framførslur, m.a. frá Ljómi, og er eisini onkur frumframførsla á skránni.
Svimjarar og Svimjisambandið sleppa sjálvsagt eisini til orðanna, umboðaði av svimjarunum Pál Joensen og Sáru R. Nysted og formanninum í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu.
Hátíðarhaldið er sum nevnt alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Almenn svimjing frá kl. 13
Frá kl. 13 verður Páls Høll opin til almenna svimjing. Og tey fyrstu 100 viðskiftafólkini sum fara at svimja fáa gávuposa frá Páls Høll.
Grunnurin Páls Høll