Tað eru Alvi Hjelm og so okkara unga stjørnuskot Signhild Joensen, sum er bert 15 ára gomul og sum hava fingið tann heiður, at umboða Føroyar til EM i London, saman við Sáru, Pál og Óla.
Vit eru sera stolt av tykkum báðum. Tit eru við at menna Ægir til nakað heilt stórt. Nú er at vóna at tað ferð at gangast øllum gott í London, eisini Sáru, Pál og Óla.
SáH
Hetta skrivar Svimjisamband Føroya til feløgini ígjár:
Góðu tit
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi fimm svimjarar til komandi EvropaMeistarastevnuna í svimjing, sum verður í London í Bretlandi í døgunum 16. til 22. mai 2016.
Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag
Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen, Ægir
Alvi Hjelm, Ægir
Óli Mortensen, Havnar Svimjifelag
Ferðaleiðari verður Thurid Kjærbo, og venjari Rui Magalhaes.
Hartil skal Dan Hjelm umboða Føroyar sum dómari á stevnuni.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu