Tær løgdu seg á odda frá startinum av og har lógu tey allan vegin inn.
Firvaldur og Sævarmoy royndi at geva teimum kapping, men tá ið hálvt málið var rógving, so fór Fípan Fagra avstað og tá ið tær komu á málstrikuna vóru tær heilar tvær bátslongdir frammanfyri Sævarmóð og Sævarmoy vann trygt annað plássið og var meira enn hálva bátslongd frammanfyri Firvald frá Froðbingar Sóknar Róðrarfelag.
Tað má sigast at vera sera flott av Klaksvíkar Róðrarfelag at bæði vinna gull og silvur á Vestanstevnuni hjá 5 mannafør gentum.
Stórt tillukku.
SáH