Óli, Alvi og Frans luttaka á Christiansborg Rundt 2016
Danska svimjisambandið skipar í morgin fyri árliga Christiansborg Rundt, við luttøku av eisini føroyingum. Hetta er 2 km kappsvimjing í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn, umframt at lið kunnu luttaka í sokallaðu Krüger-stafettini, á 4 ferðir 500 metrar.
Tey verða eini 3600 sum fara at luttaka, harav eini 3300 eru tilmeldað sum einstaklingar til teir 2 kilometrarnar, og hini umleið 300 luttaka í liðsvimjingunum. Og har eru í øllum førum 3 svimjarar úr Føroyum – nevniliga Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Frans Johannesen, sum allir eru tilmeldaðir til skjótasta riðli í 2 km svimjingini hjá harrum. Kappast verður bæði um at verða skjótast av øllum, og at vera skjótast í sínum aldursbólki: 18 ár og yngri, og síðani 5 árgangir bólkaðir saman (18-24 ár, 25-29 ár, osfr).
Fyrstu riðil byrjar kl 10:00, danska tíð, og svimja tey síðani í riðlum á umleið 65 svimjarar hvørja ferð, við 5 minuttir millum hvønn riðil. Teir tríggir føroyingarnir byrja sostatt fyrst væl út á dagin, eisini tí at Krüger-stafettin kemur ímillum kl 13:20 ella har á leið.
Har verður beinleiðis stroyming frá øllum hesum, umframt frá danska partinum av LEN Europan Open Water Swimming Cup, sum verður í somu kanalum frá kl 08:30, danska tíð. Hetta seinasta er væl meira ‘alvorlig’ kapping fyri havsvimjarar, sum evropeiska svimjisambandið skipar fyri, og har Keypmannahavn so eigur eina stevnu í røðini.
Sí heimasíðurnar her: svoem.dk, svoem.org og copenhagenswim.com
Svimjing.com hevur gloymt Oluffu á Høvdanum, hon svimur eisini ídag og ein annar Klaksvíkingur, sum hevur búð nógv Harrans ár í Danmark, Heidi Andreasen.
Tit kunnu fylgja live við her, klikk her: "Christinasborg rundt" og tey eru byrjaði at senda.
Kelda: www.svim.com
SáH