Sera flott klára at ein føroyingur klárar at endurvinna eitt Danmakrsmeistaraskap innan svimjing tvey ár á rað.
Óli Mortensen úr HS og Alvi Hjelm úr Ægir svimja í løtuni fyri Hovedstadens Svømmeklub í Keypmannahavn.
Alvi Hjelm svam eisini ídag og bleiv nummar fýra í B-finaluni í 200 metur blandað og tað rakk til eitt 10. pláss samanlagt, tíðin hjá Alva Hjelm var 2:10:36 og tað var ikki hansara besta tíð.
Frans Johannesen, sum eisini er føroyingur, vann silvur í somu kapping, sum Alvi svam í, nevnliga 200 metur
blandað. Hansara tíð var 2:04:52.
Sára R. Nysted svam ein góðan 400 metur blandað og kom hon inn við tíðini 5:03:15 og tað rakk til eitt samanlagt 5. pláss og tað er eisini sera gott. Samanumtikið ein góðir dagur fyri føroyingarnar.
Í morgin eru fleiri spennandi kappingar og tá skal okkara besti svimjari í Ægir Signhild Joensen royna seg í 100 metur rygg og tað verður spennandi at síggja, um hon kann forbetra sína tíð.
Stórt tillukku øll somul og vit síggja fram til nakrar góðar kappingar ímorgin, týsdagin og mikudagin.
SáH