Odmar Færø, sum við kønari hond hevur stýrt verjuni hjá KÍ síðani 2020, tekur trý ár afturat á liðnum.
Hann kom til Klaksvíkar undan kappingarárinum 2020 og hevur spælt 65 dystir í kongabláa búnanum.
Eg vildi ikki, at tíðin í KÍ skuldi fáa ein enda. – Odmar Færø
Odmar hevur skorað tilsamans átta mál fyri KÍ – sjey í Betrideildini og eitt í søguliga Conference League dystinum móti Rigas FS við Djúpumýru í 2021.
Odmar er í sínum besta formi og hevur ongantíð verið so góður sum nú. – Mikkjal Thomassen
Sáttmálin er galdandi til og við 2025.
Vit ynskja Odmari framhaldandi bestu eydnu í KÍ.
KÍ Klaksvíkar Ítróttarfelag