Hetta skuldi hent aftaná svimjikappingina í Tórshavn, har hann hevði boðað nevndini frá, at hann gavst sum venjari hjá Susvim.
Hvør høvuðsvenjari er hjá Susvim í løtuni veit Norðoya Portalurin ikki, men sum skilst, so eru tað eldri svimjarar, sum taka sær av venjingini, inntil annar høvuðsvenjari verður funnin.
Hetta skrivar Wipipedia um Jón Bjarnason:
Jón Bjarnason
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jón Bjarnason (føddur 29. juni 1970) er føroyskur svimjivenjari. Hann er venjari hjá Føroyska svimjilandsliðnum og hjá Susvim og hjá Pál Joensen. Jón hevði fyrr annað eftirnavn, nevniliga Vestergaard. Hann er ættaður úr Sumba, men uppvaksin og búsitandi í Vági. Jón hevur verið høvuðsvenjari hjá Susvim síðan felagið bleiv stovnað 7. september 2007.[1] Susvim er stytting fyri Suðuroyar Svimjifelag, felagið er úrlitið av samanlegging av báðum svimjifeløgunum í Suðuroynni: Vágs Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag. Jón Bjarnason hevur havt sera góð úrslit við ungu svimjarunum úr Suðuroynni, síðan hann byrjaði í starvinum. Besta dømi um hetta er Pál Joensen sum nú er Føroya besti svimjari. Men eisini aðrir svimjarir úr Susvim hava klárað seg sera væl. Jón svam sjálvur, tá hann var yngri, hann svam við Vágs Svimjifelag. Jón Bjarnason búði fleiri ár í Aalborg í Danmark, tað var har hann lærdi til svimjivenjara.
SáH