Á aðalfundinum var roknskapurin fyri 2019 samtyktur, har KÍ kundi vísa á eitt avlop á 1,227 mió. Tað er sera umráðandi at vit kunnu tryggja ein skynsaman rakstur tá tað gongur gott, og hava eitt avlop at standa ímótir við tá tað gongur minni gott.
KÍ kunnaði eisini á aðalfundinum at KÍ nú verður partur av stroymingini av heimadystinum í Televarpinum. Hettar meta vit fer at geva okkara fjepparum sum av ein ella aðrari orsøk ikki kunnu koma til dyst betri møguleika at fylgja við KÍ.
Aðalfundurin samtykti at hækka nevndina úr 6 í 7 nevndarlimir har ein nýggur nevndarlimur skuldi veljast við ábyrgd av besta mansliðnum.
Nevndin sum bleiv vald á aðalfundinum var hendan:
Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen
Nevndarlimur fyri besta mansliðið: Kaj Dam
Nevndarlimur við ábyrgd av samskifti felagsins: Rói Clementsen
Nevndarlimur við ábyrgd av sponsorum felagsins: Jákup Eydnugarð
Margit Joensen sum hevur verið nevndarlimur við ábyrgd fyri ungdómsfótbólti valdi ikki at stilla upp aftur. Hesin postur bleyv tí ikki mannaður á aðalfundinum. Er tað onkur sum ynskir at geva eina hjálpandi hond á hesum økinum ella hoyra meira um tað arbeiðið, kann viðkomandi seta seg í samband við Tummas Lervig, formann á tlf. 58 88 29.
KÍ ynskir at takka Margit Joensen fyri sítt megnar arbeiðið í nevndini hjá KÍ.
Vit gleða okkum til eitt spennandi kappingarár 2020.
Koyr á KÍ!
Nevndin.