Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka.
Tilsamans 126 kvinnur og 171 menn hava boðað frá luttøku, harav 260 útlendingar úr Danmark, Estlandi, Finlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Týskalandi.
Kappast verður í aldursbólkum á fimm ár, har yngsti aldursbólkur eru svimjarar 25-29 ár, og elsti tríggir mans úr Føroyum og Noregi sum fara at kappast í aldursbólkinum 90-94 ár.
Kappast verður í trimum stevnupørtum:
Fríggjakvøldið 2. oktober frá kl 17:30
Leygarmorgunin 3. oktober frá kl 08:30
Leygardagin 3. oktober frá kl 15:00
Aftaná kappingina verður veitsla fyri teimum luttakandi, dómarum og hjálparfólkum.
Ætlanin er at stroyma beinleiðis sjónvarp frá øllum kappingum, á hesi heimasíðu: LIVE: Nordic Open Masters Championships 2015
ella hetta link: http://livetiming.se/superlive.php?cid=2466
Sí annars hesar heimasíður: www.nom2015.org, www.ssf.fo og www.svimjing.com
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu