Nú er tað greitt, at Norðoya Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Ítóttarfelag í 2016 og í 2017. Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, skrivaðu mikudagin tann 9. desember undir nýggja sáttmálan.
Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt av elstu feløgunum í Klaksvík, og Norðoya Sparikassi er ikki so nógv yngri. KÍ varð stovnað í 1904, og Norðoya Sparikassi varð stovnaður í 1919. Samstarvið millum KÍ og Sparikassan hevur altíð verið upplagt og gott. Tað hevur sæst á so mangan hátt.
Tá ið tað fyri umleið 35 árum síðani varð vanligt, at tað á bringuni á spælarabúnunum sást, hvør var høvuðsstuðul hjá feløgunum, var tað so upplagt, at Norðoya Sparikassi sást á KÍ búnanum. Hetta var staðfesting av samstarvinum, sum hevði verið, og sum síðani hevur verið.
Onkuntíð hevur KÍ havt annan høvuðsstuðul. Tá hevur Sparikassin verið millum aðrar stuðlar. Norðoya Sparikassi hevur støðugt verið stuðul hjá ungdómunum í KÍ. Tað sæst eitt nú í, at mest sum øll børnini í Klaksvík og Norðoyggjum ganga í bláa KÍ búnanum við búmerkinum ella øðrum merkjum á, sum boða frá, at Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini. Soleiðis verður tað eisini næstu árini.
Tey bæði seinastu árini hevur JFK verið høvuðsstuðul hjá KÍ. JFK stuðlar framvegis KÍ, men nú er tað Norðoya Sparikassi, sum er høvuðsstuðul, meðan JFK er ein av fleiri stuðlum – soleiðis sum Norðoya Sparikassi hevur verið tað hesi bæði undanfarnu árini.
Í Klaksvíkar Ítróttarfelag verður fegnast um góða samstarvið við Sparikassan, og at Norðoya Sparikassi aftur er høvuðsstuðul hjá felagnum, umframt at Sparikassin framvegis verður høvuðsstuðul hjá tiltikna KÍ kvinnuliðnum.
KÍ er fótbóltsfelag burturav. Har venja og spæla nógv tey flestu børnini og nógvir ungdómar í Klaksvík og grannabygdunum, og felagið er umboðað í øllum vaksnamannadeildunum hjá kvinnum og monnum.
Klaksvíkar Ítróttarfelag og Norðoya Sparikassi
Her filmurin um 66-liðið