Ægir hevði nógvar svimjarar við og teir kláraði seg hampuliga væl.
Tosaði við høvuðsvenjaran hjá Ægir Petur Heðin á Fløtti í svimjuhøllini leygardagin og var hann sera glaður fyri stóru luttøkuna hjá Ægir, men hann heitti á, at svimjarnar sum vóru givnir at svimja, tóku eina hond við at vera venjarar fyri felagið. Tað er ov long tíð at bíða inntil man er blivin eitt foreldur til ein svimjarar og tá byrja aftur í felagnum, tí hevði tað verið gott at man ikki bara gavst í felagnum, men hjálpi til við venjingini.
Ægir enn ongin felagshølir fingið
Hann var glaður at tey eldru nú sloppi at venja styrkivenjing í norðara endanum í Svimjuhøllini, men enn eru ongin felagshølir gjørd og tað farið eg nú at taka upp aftur í Klaksvíkar Býráð.
Hvussu leingi Ægir skal bíða og nú verður mín spurningur tann, um vit yvirhøvur hava røttu fólkini til at taka sær av hesum málinum og tí verður tað eitt krav frá mær, nú eg siti í Klaksvíkar Býráð tit næsta fund, at vit fara at hyggja eftir nýggjum fólkum at taka sær av at gera felagshølini til Ægir og at pengar vera avsettur í komandi fíggjarætlan til tað ætlanina og annað sum hevur ligið á láni til okkara røsku svimjarar í Klaksvík, eitt nú at skifta startpláturnar út, startarar til ryggsvimjarnar, nýggjar klokkur o.a.
Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Kelda: Svimjisamband Føroya