
Tað vóru tveir Klaksvíkingar sum endaðu í finaluni og teir vóru Sonhard Johannesen og Hallur Joensen.
Finalan byrjaði spennandi, har tað var javnt til 4. umfar 2-2, men so tók Hallur Joensen yvir og vann 3 tey næstu umfarini og sostatt gjørdist hann vinnari í ár. Hetta er sættu fer at Hallur Joensen vinnur Haldor Holm Cup.
Sonhard Johannesen hevur ikki vunnið hesa kappingina nakrantíð, men hesaferð var hann nær við og gav hann Contry Konginum ein skarpan gang.
Stór tillukku tit báðir, sjá myndir og filmsklipp herundir.
SáH
|
|