
Toppdystur var í Badmintonhøllini í gjárkvøldið. Mjølnir hevði vitjan av nr. 2 í meistaradeildini hjá kvinnum.
Dysturin gjørdist ein fimm settari og var sera spennandi.
Mjølnir byrjaði sera væl og vunnu fyrsta settið sikkurt 25-15, næsta settið gjørdist meira spennandi, har KÍF vann 21-25, triðja settið vann Mjølnir sera tepurt 26-24 og so kom KÍF fyri seg aftur og vann fjórða settið 25-22.
Sostatt skuldi eitt fimta sett til og tað vann Mjølnir 17-15 og sostatt dystin 3-2 og liggja nú einsamallar á odda við 11 stigum. KÍF hevur 7 stig og Dráttur og Fleyr 6 stig.
Næsti dysturin verður nú sunnudagin í Stórhøllini í Gundadali ímóti Fleyr.
Koyr á Mjølnir.
SáH