Hetta merkir, at hvørki venjingar ella dystir verða komandi dagarnar, og er tað galdandi fyri allar deildir. Steðgurin verður fyribils í 14 dagar, tvs. frá 12. – 26. mars. Enn ber ikki til at siga, hvør støðan verður tá, tí tað veldst um tilráðingarnar frá avvarðandi myndugleikum.
Verða broytingar, verður hetta kunnað sum skjótast.
Við flogbóltskvøðu
Mjølnir