Í finaluni í 50 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir seg til eitt 8. pláss við tíðini 34.30. Hon eigur føroyska metið og juniormetið á 32.70, frá FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða.
Í seniorfinaluni í 100 firvald svam Jonna Thomsen úr Ægir seg til eitt 8. pláss við tíðini 1:03.72. Besta tíð hjá henni er 1:02.71, frá HS-stevnu í apríl mánaða.
Í juniorfinaluni í 400 blandað vann Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 4:50.30. Hon átti sjálv metini á 4:51.57 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey 2015.
Í seniorfinaluni í 400 blandað vann Alvi Hjelm úr Ægir bronsu við 4:21.26, sum var stórt persónligt met í mun til hansara 4:24.25 frá tá ið hann vann silvur á Oyggjaleikum í summar.
Í juniorfinaluni í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg til eitt 8. pláss við tíðini 29.98. Hennara persónliga met er 29.59, frá innleiðandi riðlunum í morgun.
Í juniorfinaluni í 4x200 frí svumu føroysku genturnar seg til bæði føroyskt met og juniormet, tá ið tær svumu teinin uppá tilsamans 8:29.72. Gomlu metini vóru 8:37.77 frá NJM 2011.
Og í juniorfinaluni í 4x200 frí fyri menn svumu føroysku dreingirnir seg eisini til føroyskt met og juniormet, tá ið teir svumu teinin uppá 7:58.75. Gomlu metini vóru 8:02.75, frá NJM 2006.
Saman um tikið hava føroysku svimjararnir nú vunnið fleiri heiðursmerki og sett fleiri føroysk met og juniormet enn í fjør og fyrraárið.
Marius Ihlen vann silvur í 1500 frí, Sára Nysted hevur vunnið bronsu í 200 og 400 blandað, Alvi Hjelm hevur vunnið bronsu í 400 blandað, Sára Hjelm hevur sett 2 føroysk met og 2 juniormet, Róland Toftum hevur sett 1 juniormet, og liðsvimjingarnar hava sett 2 føroysk met og 4 føroysk juniormet.
Í fjør settu føroyingarnir tilsamans 1 føroyskt met og 4 føroysk juniormet, umframt at vinna 1 silvur og 2 bronsur.
JáH (y) 12.12.2015 (kelda: svimjing.com)